Sangir

80 ini

 

Orð og lag: Eyðun Nolsø

 

Eg vakni, men vil bara balla meg inn,

øll ting tykjast tyngri og tyngja mítt sinn.

Sjálvt morgunin boðar ein skýmligan dag,

so veit eg tað hjálpir at syngja eitt lag.

 

Eg í 80'unum livi, syngi og skrivi,

um okkum, sum her eru til,

tá gott er at flenna, práta og kenna,

Read more...
 

Áh, kundi á tíðarhavi

 

Áh, kundi á tíðarhavi

vit akker kasta ein dag,

tá vit hava eydnuna vunnið,

so hon ikki rýmdi av stað.

 

Tíðin, legg tínar veingir

saman bert hesa stund,

meðan eg sælur kyssi

mítt sólfagra ástarsprund.

 

Og løtan hin signaða, ríka,

á kvirru, ástheitu nátt, -

áh, lat meg í kossinum doyggja,

Read more...
 

Bert ein dag

Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái.

Ríka troyst til stirda sál og ond!

Hví nú stúra? Lít á Harrans náði,

alt jú hvílir í Guðs Faðirs hond.

Hann, sum alt mítt ber í faðirbarmi,

hvønn ein dag á fold mær senda vil

partin mín av frøi og av harmi,

sum eg júst man treingja til.

 

 

 

2. Hann mær nær vil allar dagar vera

veita náði mær til hvørja tíð,

hvørja tunga stúran hann vil bera.

«Kraft og ráð», so eru orð hans blíð.

Hann vil verja hvørt eitt barn sítt kæra,

metta sálir við sítt náðiborð.

»Sum tín dagur skal tín styrki vera«*

- so hans lyftiríku orð.

 

 

3. Hjálp mær tá at líta trygt við vissu

bert á tíni lyfti, Harri kær,

so ei trúar djúpa frið eg missi,

sum títt orð bar mínum hjarta nær!

Vil í lund mær stúran taka ráðið,

veit mær styrk av tíni faðirhond;

bert ein dag, eitt bil í senn eg fái,

takkar stillan eyðmjúk ond!

 

Dagur er liðin, sólin fer í kav

Dagur er liðin, sólin fer í kav,

í myrkri smoyggir sær hitt milda lotið.

Hjarta mítt nígur djúpt í bøn til Gud

og takkar fyri alt, tað hevur notið.

 

Gud, fyrigev mær míni brot og brek,

og fjal tey undir dagsins ríku náði.

Sjálvræði burt úr hjarta mínum rek,

og vilja tín við mær tú altíð fái.

 

Tá verður náttarhvílan trygg og góð,

vit verða knýttir fast við vinarbondum.

Aldri vit skiljast, tú mær brýtur slóð

og heldur míni hond í tínum hondum.


 

Áh, Jesus, signa hetta heim

 

Áh, Jesus, signa hetta heim

og hesa kærleikspakt,

lat kennast greitt, at yvir teim

títt friðarorð er sagt!

 

2. Tú himmalbrúðgómur, tín veg

lat vera teirra við,

og lat í tær tey gleða seg

og hjá tær finna frið!

 

3. Tey gjørdust eitt í náðini,

ger tú tey sameint so,

at felags trúgv og kærl

Read more...
 

Algóði Guð, tú fyrstu ferð

 

Algóði Guð, tú fyrstu ferð

gavst manni brúður her í verð

á Edens grønu grundum!

Tú hendur teirra saman brá,

tín andi har tey vígdi tá

við einglaljóð í lundum!

Góð og føgur

gjørd var kvinna

mann at ynna,

trúgv í vanda

blúgv við mansins lið at standa.

 

2. Hoyr okkum, himnadrottur mans,

v

Read more...
 

Bert ein dag

Bert ein dag – hvør troyst í neyð og váða -

Bert ein dag, bert eina stund í senn!

Faðir mín, hann man jú øllum ráða - 

hví skal eg, hans barn, tá óttast enn!

Hann, sum faðirsinn og hjarta hevur, 

hvørja stund, hvønn dag, ja, við hvørt stig

mær mín part av sorg og gleði gevur,

Ja, av hvíld og møði við.

 

Og eg skal, tá hann mær nær vil vera, 

nýggja hjálp við nýggjum degi sjá,

hvørs dags sorg og stúran hann vil bera,

hann, sum eitur bæði Kraft og Ráð.

Meg at verja nú og allar ævir,

hesa umsorg ber hann jú á sær;

styrki tín skal verða sum tín dagur,

hetta lyfti gav hann jú mær.

 

Hjálp mær hjartans ófrið tí at stilla

bert við tínum lyftum, Faðir mín,

og ei trúarhvíldina at spilla,

sum mær gav títt orð og Andi tín!

Sært tú meg í ivans hørðu bondum, 

kom til hjálpar tá og lær meg enn 

taka stilt av tínum faðirhondum

eina stund, ein dag í senn!


 
  • «
  •  Start 
  •  Prev 
  •  1 
  •  2 
  •  3 
  •  4 
  •  5 
  •  6 
  •  7 
  •  8 
  •  9 
  •  10 
  •  Next 
  •  End 
  • »


Page 1 of 12
Sig frá á Wedding.fo

Skalt tú giftast? Sig frá á wedding.fo tað er ókeypis.

www.wedding.fo 

 
Hár og make up

Vit hava allan pakkan til brúðrina. Tit koma til okkum ella vit koma út til tykkara.

www.monroe.fo 

 
Bakkastova í Ljósá

Skalt tú giftast? Vit hava eini dreymahús, ið kunnu brúkast til brúðarhús, brúðarnátt ella kanska eitt lítið brúdleyp.

www.ognir.fo 

 
Morgungávan

Tann perfekta morgungávan til hansara.

MiriamBoudoir 

 
Banner