Nøkur góð ráð

 

Strongd.

Góð fyrireiking er eitt lyklaorð til eitt væleydnað brúdleyp. Sum oftast eru smálutir, ið ikki ganga eftir vild, men tað at alt er væl fyriskipað ger, at dagurin gongur so smidliga, sum til ber.

 

Við at gera ein lista við øllum, sum skal fáast frá hondini áðrenn, á sjálvum degnum og aftaná kunnu tit sleppa undan at fáa óneyðuga høvuðpínu og strongd - ella í øllum førum kunnu tit minka um tað!

 

Gerið so nógv sum møguligt fyrstu mánaðirnar, so síðstu mánaðirnir ikki verða so rokutir.

 

Latið dovinskapin fara!

Sjálvandi eru tit í sjeynda himli, tá ið tit júst eru vorðin trúlovað. Men roynið og komið nokkso skjótt aftur til veruleikan, og fáið so nógv sum til ber gjørt skjótast gjørligt!

 

Keypið ein álmanakka.

Skrivið brúdleypsdagin, aðrar dagfestingar og tíðarfreistir niður í ein álmanakka, og setið tykkum fyri at fáa ymiskt gjørt til ásetta tíð. Sí eisini eitt ár til brúdleypið, sum er eitt dømi um, hvat ofta skal gerast í samband við eitt brúdleyp.

 

Veljið tykkum dagar ella løtur, har tit leggja ætlanir.

Gott er, um tit leggja ætlanir í felag. Skrivið alt, sum skal gerast niður og býtið síðani listan í helvt. Tit velja sjálvi, hvat tit vilja taka tykkum av. Til brúðrina: Tak brúðgómin við í fyrireikingarnar, soleiðis at hann merkir, at hann eisini er partur av fyrireikingunum. Tað er jú tykkara og ikki bert títt brúdleyp!

 

Tosið saman!

Tað er í lagi at taka sær av onkrum einsamøll/mallur, men fortel smálutirnar fyri tínum trúlovaða. So sleppur veitarin frá at fáa tvær ymiskar frágreiðingar(!).

 

Lagið tykkum eftir hvørjum øðrum.

Tað verður helst okkurt, sum tit ikki eru samd um, men set tær fyri ikki at hanga teg ov nógv í smálutir, sum kanska ikki eru so umráðandi kortini. Um tú veruliga vilt hava okkurt í gjøgnum, grundgev so væl og siðiliga. Gev eisini makanum rúm at grundgeva fyri sínum.

 

Samráðingar við veitarar.

Greiðið so gjølliga sum til ber frá tí, tit ynskja tykkum. Roynið og samráðist um prís, men keypið ikki bara okkurt bíligt, sum tit ikki verða glað fyri.

 

Jú meira skipað tit eru, lættari verður tað!

 
Sig frá á Wedding.fo

Skalt tú giftast? Sig frá á wedding.fo tað er ókeypis.

www.wedding.fo 

 
Hár og make up

Vit hava allan pakkan til brúðrina. Tit koma til okkum ella vit koma út til tykkara.

www.monroe.fo 

 
Bakkastova í Ljósá

Skalt tú giftast? Vit hava eini dreymahús, ið kunnu brúkast til brúðarhús, brúðarnátt ella kanska eitt lítið brúdleyp.

www.ognir.fo 

 
Morgungávan

Tann perfekta morgungávan til hansara.

MiriamBoudoir 

 
Banner