Eitt ár til brúdleypið

 

Nógvar fyrireikingar eru, áðrenn brúdleypsdagurin upprennur. Eitt gott hugskot er at gera eitt yvirlit, har tað sæst, hvat skal gerast innan ávísar tíðarfreistir.

Givið er, at tíðarfreistirnar ikki altíð eru tær somu, men eitt slíkt yvirlit kann í øllum førum hjálpa tykkum at minnast til alt, ið skal fáast frá hondini.

Her er eitt dømi, hvussu eitt yvirlit upp á 12 mánaðar kann síggja út.

 

9-12 mánaðir áðrenn:

Dagfesting: Finnið ein dag, har tit kunnu giftast. Hetta lagar seg ofta eftir, um hølið er til taks, og um til ber hjá vinum og familju at koma í brúdleyp.

 

Skal tað vera ein kirkjulig ella borgarlig vígsla?

 

Spyrjið um prest og kirkju, ella fáið borgarligu vígsluna í lag.

 

Vælkomst ella bjóðað? Um bjóðað, byrjið at gera ein fyribils gestalista. Finnið eisini adressur hjá gestunum.

 

Veljið ein gjøgnumgangandi lit. Tað er vakurt, um brúðarbukett, borðprýði, sanghefti o.a. hevur ein gjøgnumgangandi lit.

 

Finnið høli.

 

Finnið fotografin. Hugsið um at tykkara dagur skal vera vakur at hyggja afturá – eisini í eini myndabók. Hvønn stíl vilja tit hava? Skulu tit inn í eitt atelier ella vilja tit hava sokallaða storybook háttin, har allur dagurin verður lýstur? Hugsið eisini um, um tit skulu taka forlovilsismyndir til innbjóðingar, sanghefti o.a.

 

Byrjið at leita eftir klæðum til tykkum bæði. Klæðini eru týdningarmikil, so byrji sum skjótast at leita eftir røttu klæðunum.

 

Fíggjarætlan. Hent er at gera eina fíggjarætlan so tíðliga sum til ber, soleiðis at tit eru samd um, hvussu nógv til ætla at brúka, og hvat tit raðfesta.

 

6-9 mánaðir áðrenn:

Bílegg tíð, at royna brúðarkjólar, ella tosa við ein sniðgeva, um tú ætlar at fáa kjólan seymaðan til tín.

 

Hugsið um, hvussu matarskráin skal síggja út.

 

Tosið við ein blómuhandil og greiðið frá ynskjum tykkara.

 

Gerið innbjóðingarnar klárar.

 

Finnið tónleikarar.

 

Skulu tit á brúðarferð? Byrjið at leita.

 

4-6 mánaðir áðrenn:

Finnið brúðarkakuna.

 

Finnið brúðarbil – ella annað akfar.

 

Bílegg tíð hjá hárfríðkanar- og vakurleikastovu. Tað er ikki bannað hjá brúðgóminum at fara eisini!

 

Bíleggið brúðarferðina.

 

Byrjið at hugsa um eitt møguligt brúðarhús.

 

2-4 mánaðir áðrenn:

Keypið ringar.

 

Fáið klæðini til hansara undir land.

 

Bíleggið hotellrúm til brúðarnáttina.

 

Fáið allar smálutir í ordan við myndamannin, matveitaran, bakaríið, sum ger brúðarkakuna, blómuhandilin, tónleikararnar og tey, ið standa fyri hølunum, o.o.

 

4-8 vikur áðrenn:

Sendið innbjóðingar við postinum 6-8 vikur frammanundan.

 

Far til hárfríðkanar – og vakurleikastovuna og royn hár og smyrsl.

 

Byrjið at hugsa um sanghefti. Hvussu tað skal síggja út, og hvørjar sangir tit ynskja at hava.

 

2-4 vikur áðrenn:

Syrg fyri, at kjólin situr væl.

 

Skal kjólin reinsast ella pressast? Syrg fyri hesum.

 

Hugsið um alt tilhoyr: pútu til ringar, kertuljós o.a.

 

Sendið lýsing til wedding.fo og bløðini, um at tit skulu giftast.

 

Sigið tónleikarunum frá hvørjar sangir tit hava valt, og hvørjar av teimum tit helst vilja hava sungnar.

 

Um tit hava dansibólk, tosið so við bólkin, um hvørjar sangir tit vilja hava, og hvørjar tit helst vilja sleppa undan at hoyra.

 

Brúðurin: Far til hárfríðkanarstovu og klipp og lita tær, soleiðis sum tú vilt hava tað.

 

Gerið borðskipan, um tit vilja hava eina slíka. Minnist til fotografin, tónleikarar og onnur, sum vænta sær eina máltíð!

 

Farið á posthúsið og boða frá bústaðarbroyting.

 

Eina viku áðrenn:

Fá seinastu vakurleikaviðgerðirnar (andlits-, negla- og voksviðgerðir, rætta eygnabrýrnar o.a).

 

Brúðgómur: Klipp tær og fá møguligar viðgerðir.

 

Gevið so nógvar uppgávur frá tykkum, sum til ber!

 

Roknið við at verða tikin á bóli til polterabend, nær tað skal vera seinastu vikuna.

 

Mælt verður til at gera eina endaliga roynd at seta hár og smyrsl.

 

Farið tíðliga til songar kvøldið fyri.

 

Brúdleypsdagurin:

Et morgunmat.

 

Far í bað og slappa av.

 

Ger hár og smyrsl 3-4 tímar áðrenn vígsluna.

 

Hav ringarnar klárar.

 

Lat teg í 1-2 tímar áðrenn vígsluna.

 

Møguliga ynskir fotografurin hálvan tíma til at taka myndir av brúðrini áðrenn vígslan byrjar. Spyr fotografin um hetta.

 

Njótið dagin!

 

Eftir brúdleypið:

Berið alt aftur, sum tit hava leigað og/ella lænt.

 

Lat brúðarkjólan inn at reinsa.

 

Sendið takkarkort til fólk, ið hjálptu serliga væl til við brúdleypinum.

 

Takkið á wedding.fo og í bløðunum.

 
Sig frá á Wedding.fo

Skalt tú giftast? Sig frá á wedding.fo tað er ókeypis.

www.wedding.fo 

 
Hár og make up

Vit hava allan pakkan til brúðrina. Tit koma til okkum ella vit koma út til tykkara.

www.monroe.fo 

 
Bakkastova í Ljósá

Skalt tú giftast? Vit hava eini dreymahús, ið kunnu brúkast til brúðarhús, brúðarnátt ella kanska eitt lítið brúdleyp.

www.ognir.fo 

 
Morgungávan

Tann perfekta morgungávan til hansara.

MiriamBoudoir 

 
Banner