Kærleiki við fyrsta eygnakast

Mynd: Martin Sirkovsky (www.martin.fo)

Barbara Carlsen fór á heysti 2006 ein túr til sameindu ríkini saman við systrum sínum. Eftir henda túrin, var lívið ongantíð tað sama aftur. Wedding.fo hevur tosað við Barbaru og Noé Abdias Chaparro um kærleika við fyrsta eygnakast og um dreymabrúdleypið í Florida.

 

 





 

 

 

 

Alt byrjaði við, at Barbara, saman við systrunum, Vanju og Lailu, fór til Amerika á heysti 2006. Tær vóru har í sjey vikur og sungu á møtum hjá prædikumanninum Dr. Rodney Howard- Browne. Tær komu heim aftur í fimm mánaðir, áðrenn tær í januar 2007 fluttu yvir at búgva. Tær ferðast nú við honum og syngja runt um í Amerika. Á einum av hesum møtunum var so eisini ein trio við ungum monnum og sang.

 

Barbara hevði hoyrt, at ein teirra, Noé, var stakur, og tí fekk hann kanska eitt sindur av eyka uppmerksemi frá henni. Tað vísti seg kortini, at tey als ikki fingu heilsað upp á hvørt annað, tí at tey bæði vóru upptikin av ymiskum, ið gerast skuldi.

 

Men undur henda enn í dag, tí seinni hittust tey inni á einari bensinstøð, og tá heilsaðu tey upp á hvørtannað. Noé hevði nevniliga eisini sæð systrarnar sungið og visti, at Barbara eisini var støk.

 

Meðan Barbara roynir at greiða frá hendingini, kemur Noé til og byrjar at greiða frá, hvussu hann upplivdi at vera á bensinstøðini hetta kvøldið.

 

Mær dámdi eina aðra gentu tá, men Barbara fekk meg veruliga at ivast, flennir Noé.

 

Barbara helt eisini, at hesin ungi maðurin úr Puerto Rika var áhugaverdur, men tað vísti seg at vera trupult at halda sambandið.

 

Vit fóru aftur til Føroya, og eg hoyrdi einki frá honum, so eg hugsaði bara, at eg ikki fór at hava nakað serligt samband við hann. Tað var sjálvandi keðiligt, men eg royndi bara at hugsa, at tað gjørdist ikki við, sigur Barbara.

 

Tað vísti seg tó, at Noé hevði skrivað henni fleiri teldupostar, sum ikki vóru komnir fram. Eftir hetta, tosaðu og skrivaðu tey á Skype, og Noé ringdi eisini á fartelefonina hjá henni, tí hann ikki tímdi at bíða, til tey kundu tosa á netinum.

 

Vit høvdu tosað saman fýra ferðir og bara hitst hesa einu ferðina, tá ið vit vistu, at vit skuldu vera saman, siga tey bæði.

 

Tað var rættiliga løgið, sigur Barbara. Tað var ikki tað, at Noé gekk og segði, at hann elskaði meg beinanvegin. Tað gjørdi hann als ikki, og um hann hevði gjørt tað, hevði eg helst ikki viljað havt so nógv við hann at gjørt, flennir hon.

 

Av tí at hann var ein so góður vinur, og vit funnu so væl út av tí, so riggaði tað hjá okkum, sigur hon.

 

Nú leggur Noé uppí.

 

Eg eri als ikki týpan, sum fyrstuferð sigur “eg elski teg” á netinum ella í telefon. Tá eg sigi tað, vil eg fegin vera hjá gentuni og halda í hondina á henni, sigur hann rættiliga avgjørdur.



Noé framleiðir tónleik, og hann hevði skrivað niðurlagið til ein sang tvey ár, áðrenn hann hitti Barbaru. Sangurin eitur I’ll wait for you, og hann hevði ligið í skuffuni hesi bæði árini. Men eftir eina kensluborna telefonsamtalu við Barbaru, kendi hann seg so hugkveiktan, at hann skrivaði restina av sanginum upp á fimm minuttir.

 

Tey vistu so statt, at tey vildu vera saman, tá ið Barbara 1. januar 2007 flutti yvir til Amerika at búgva.


Trúlovingin
Í juli avgjørdu tey at giftast, og Noé hevði lagt alt væl til rættis. Eitt kvøldið hevði hann sagt við Barbaru, at tey skuldu fara at venja dagin eftir. Tíðliga morgunin eftir kemur hann eftir henni.


Nú er Barbara so spent, at hon vil sleppa at fortelja.

 

Hann kom inn í kovboybuksum, og eg hugsaði, hví hann ikki var í joggingklæðum. Kanska hugsaði eg beinanvegin, at hann vildi gera meg bilsna, tí tað var hann vanur at gera nógv um hetta mundið. Eg lat tí sum einki, lat meg í kovboybuksur, og vit fóru avstað við bilinum hjá honum. Vit koyrdu leingi, og tá ið vit høvdu koyrt í ein tíma, spurdi eg, um eg kundi spyrja, hvar vit fóru. Hann segði nei og smíltist bara.

 

Langt um leingi komu vit so til eitt ótrúliga náttúruvakurt øki, og har stóð ein luftballón og bíðaði eftir okkum! Noé hevði avtalað við skiparan, at hann skuldi taka eina mynd av okkum, tá ið hann fríggjaði. So har uppi í luftini, í sólarrisinum, spurdi hann meg, um eg vildi giftast við honum. Hetta var so ótrúliga romantiskt, men ikki nógmikið við hesum. Tá ið vit komu niður aftur vóru familjurnar hjá okkum har og ynsktu okkum tillukku. Hann hevði so statt lagt alt gjølla til rættis, soleiðis at tey eisini kundu vera har! Tað var ein stuttlig og ógloymandi løta, sigur Barbara.



Brúdleypið
16. februar skuldi brúdleypið standa, og sum gentur flest, hevði hon droymt um eitt flott brúdleyp, kryddað við eitt sindur av álvadusti og prinsessudreymum.

 

Í USA er siðvenja at hava ein best man, bridesmaid og sovorðið, men Barbara helt seg ikki kenna nakra gentu har nóg væl at vera tað, og tí avgjørdu hon og Noé, at brúdleypið ikki skuldi vera so amerikanskt, sum flestu gestirnir vóru vanir við. Tólv føroyingar vóru tó til staðar, og eisini høvdu tey fingið myndamannin Martin Sirkovsky og føroysku konu hansara yvir at taka myndir.

 

Brúdleypsdagurin byrjaði við, at ein limusina kom eftir brúðrini og øllum kvinnunum, sum tilsamans vóru 16 í tali. Vígslan byrjaði kl.11. Pastorurin í River Church, Dr. Rodney Howard-Browne vígdi tey, og hetta var ein stak hátíðarlig løta. Temaið var hvít, ljósareyð og myrkari ljósareyð rósubløð, og tvær smágentur, systurdøtrar hjá brúðarparinum, gingu frammanfyri tey upp eftir gólvinum og stroyddu rósubløð. Barbara og Noé høvdu verið í studio við sanginum I’ll wait for you, soleiðis at hann passaði til, tá ið tey fóru gangandi upp eftir gólvinum. Hetta var sjálvsagt sera romantiskt, tí hetta var jú teirra sangur burturav. Teitur, sonur Vanju bar ringarnar, og ein vinmaður hjá brúðarparinum sang fyri teimum.

 

Tey blástu tvey tendrað kertuljós og tendraðu eitt triðja saman, sum skuldi ímynda, at tey nú vóru eitt í staðin fyri tvey. Eisini var breyðbróting, sum siður er har.
Eftir vígsluna var móttøka í einum snotuligum, hvítum húsum í einari hædd. Aftaná var døgurði í urtagarðinum, og tey vóru so heppin at fáa sólskin tann dagin, hóast veðurfrásøgnin hevði boðað frá regni.

 

Vanligt er, at eftir vígsluna er ein sokallaður cocktail-hour, har gestir leska sær á við ymiskum, meðan brúðarparið tekur myndir. Barbara og Noé valdu heldur at taka myndir aftaná brúdleypsveitsluna, tí at tá høvdu tey betri tíð.

 

Sjálvandi eru vit glað fyri alt brúdleypið, men tað sum vit minnast serliga væl aftur á, er helst, at maturin var so góður, og at tað gekk so lættliga. Ein veitari kom við mati, og tey ruddaðu og vaskaðu aftaná. Hetta valdi eg heilt tilvitað, tí eg havi eina mammu, sum uttan iva hevði viljað sloppið at gjørt alt sjálv. Men eg helt ikki, at hon skuldi stríðast við tað ein slíkan dag, so eg gav henni bara boð um at vera fín og hugna sær, sigur Barbara.

 

Matarskráin var eitt leskiligt salat at byrja við, síðani sjálvtøkuborð við oksakjøti, høsnarunga, spinati og laksalittari sós. Omaná vóru kakur. Vanligt er, brúðarkakan er einasta kakan, sum er, men mamma Barbaru og systrarnar høvdu syrgt fyri, at nakrar góðar føroyskar kakur eisini komu á borðið, og sum skilst, dámdi gestunum bara væl.

 

Vit vóru eisini glað fyri, at ein tók sær av at prýða veggin við toyi, tí okkum dámdi væl, at alt passaði saman, sigur Barbara.

 

Brúdleypið stóð sum sagt í Florida, so amerikanskir siðir skuldu sjálvsagt haldast. Hetta merkti, at Barbara kastaði brúðarbukettina til allar tær ógiftu genturnar í brúdleypinum. Tann ið loftar henni sigst skula standa brúður, áðrenn alt ov leingi.
Ein annar siður er, at brúðgómurin skal kasta bandið, sum er um lærið hjá brúðrini til teir støku menninar við sama endamáli.

 

Noé ikki bara kastaði tað, men hann beit tað av mær, áðrenn hann kastaði tað, fortelur Barbara flennandi.

 

Annars var ymiskt, sum amerikanarar ikki eru so vanir við.
Eitt brúdleyp har yviri er vanliga so stílfult, at tað næstan ikki er pláss fyri látri, sigur Barbara.


Hetta segði henni tó ikki tað stóra, so tey gjørdu nógv við at fáa tað so stuttligt, sum tey kundu. Millum annað vístu tey slide-show við myndum frá barnaárunum hjá høvuðspersónunum.


Barbara og Noé eru sum kunnugt bæði von at syngja, so tey sungu saman fyri hvør øðrum og gestunum. Sangurin var Forever and for always hjá Shania Twain.
Brúðarparið fór avstað um fýratíðina, og á veg út í limusinuna høvdu gestirnir fingið hvør sítt ljósareytt pappírskramarhús við rósubløðum í, sum tey kastaðu eftir teimum. Tey fóru so at taka myndir til klokkan sjey, tá tey fóru á eitt hotell, sum ein vinmaður hevði syrgt fyri, at tey fingu.


Samanumtikið var tað stuttligt at síggja fólk hugna sær, flenna og gerast bilsin, sigur Barbara. Um eg skal lýsa dagin í orðum, so var tað vakurt, leskiligt og stuttligt, sigur vælnøgda nýgifta kvinnan.

 


Morgungáva
Tey eru bæði um at skrædna, tá ið tey verða spurd um, hvat tey góvu hvør øðrum í morgungávu.

 

Noé greiðir frá, at hann altíð hevur verið spentur í yo-yo’um. Hann kemur við eini langari frágreiðing um, hví yo-yo eru so serliga stuttlig og góð at hava. Tey eru bílig, og tú kanst stuttleika tær við teimum allastaðni, um tú skuldi kett teg.

 

So eg fekk eina heilt serliga 2008 útgávu av einum yo-yo, sum helst hevur kostað eini 800 kr í morgungávu, sigur hann og flennir saman við konuni.

 

Eg fekk eitt hálsband og oyraringar úr safir, tí eg fylli í september. Safir er steinurin, sum hoyrir til september, og tí hevði Noé valt mær hesa gávuna, sigur ein fegin Barbara.

 

Barbara og Noé fóru á brúðarferð til Smoky Mountains í Tennessee. Har gjørdu tey alt møguligt, stóðu á skí, rulluskoytum og annað.

 

Ein frálíkur túrur, siga tey bæði sum við ein munn.


Nútíð og framtíð

Men hvat rokast tey bæði so við nú?

 

Dr. Rodney Howard-Browne segði kortanei, at tey bæði skuldu vera á hvør sínari rundferð, tí tað er ikki gott fyri hjúnalagið. Tískil eru trioirnar nú lagdar saman, og tvær vikur um mánaðin eru tey á ferð við tí sonevnda Great Awakening Tour, sum samkoman River Church í Tampa Bay skipar fyri. Noé arbeiðir fulla tíð við at taka upp við sínum flytiliga studio, ið hann ber á rygginum.


Í løtuni hava tey ikki ætlanir um at seta búgv í Føroyum, men ætla sær tó heim at ferðast nakað skjótt. Abbi Barbaru fyllir áttati í summar, so tá ætla tey sær í føðingardag. Orsøkin til, at tey ikki hava verið heima síðan januar 2007 er, at systrarnar royna at fáa amerikanskan statsborgararætt, og tá er best at halda seg á einum staði. Men nú Barbara er gift, verður helst lættari hjá henni at fáa borgararætt hjá teimum sameindu.



Henda løtan, vit tosaðu saman, var av sonnum ein ævintýrkend ferð. Spenningurin, sum byrjaði á eini bensinstøð, vaks til kærleika og er nú eitt sunt og sprelllivandi hjúnalag.


Fleiri myndir eru at síggja undir myndasavninum.

 

 
Sig frá á Wedding.fo

Skalt tú giftast? Sig frá á wedding.fo tað er ókeypis.

www.wedding.fo 

 
Hár og make up

Vit hava allan pakkan til brúðrina. Tit koma til okkum ella vit koma út til tykkara.

www.monroe.fo 

 
Bakkastova í Ljósá

Skalt tú giftast? Vit hava eini dreymahús, ið kunnu brúkast til brúðarhús, brúðarnátt ella kanska eitt lítið brúdleyp.

www.ognir.fo 

 
Morgungávan

Tann perfekta morgungávan til hansara.

MiriamBoudoir 

 
Banner
Banner