Eftirmeting hjá einari brúður

Tað er ikki lætt at geva eina lýsing av størsta degnum í lívi sínum. Tá eg hugsi meg um, og skal leita eftir orðum meðan eg skrivi, komi eg til tað sannføring, at tað ikki finnast nokk av lýsingarorðum, sum kunnu lýsa brúdleypsdag okkara. Eg vil kortini gera eina fátæka roynd. 

 

 Stóri dagurin var 8. august 2009, og aftanfyri hendan dagin lá nógv og drúgv fyrireiking. Tá  hugsað verður um føroysk viðurskifti, vóru vit rættiliga tíðliga úti um okkum. Eitt ár áðrenn stóra dagin, høvdu vit longu fingið hølisviðurskiftini og myndafólkini upp á pláss. Eg eri sera málrættað og bráð av lyndi, og eg hevði lítlan hug at fara at renna í síðstu løtu. Eg visti, hvat eg vildi hava, og sá tískil onga grund til, hví eg skuldi bíða. Eg fann mær ein kalendara á alnótini, sum segði, hvussu langt áðrenn, mann skuldi gera hvat. Eg fylgdi hesum kalendara rímuliga væl, og tað eri eg sera glað um. Í roynd og veru, var mest sum alt klárt langt áðrenn brúdleypið. Hetta gjørdi sjálvsagt, at vit tóku tað meiri róligt, og brúktu meginpartin av summarferiuni til at arbeiða. 

 

Hvat eri eg so mest glað fyri í samband við brúdleypsdagin? Hetta er ikki lætt at siga, tí alt gekk so at siga sum eftir ánni. Vígslan, brúdleypið, maturin og ikki minst veðrið kundi næstan ikki verið betri, og er tað ikki júst tað ein brúður ynskir sær?  Eg eri sera glað um, at vit byrjaðu fyrireikingarnar tíðliga, tí so kendi eg ongantíð eitt óneyðugt trýst á mær. Vit høvdu eina móttøku millum vígsluna og brúdleypið, so tey, ið ikki vóru boðin við til veitsluna fingu møguleikan at heilsa upp á okkum, og hetta hildu vit vera sera deiligt.  Til veitsluna valdu vit at hava buffét, og tað eru vit sera fegin um. Á hendan hátt gjørdist maturin ógvuliga fjølbroyttur, og har var okkurt til allar gómar.  Eitt annað, sum maðurin og eg eru sera fegin um, er brúðarhúsið, sum vit høvdu dagin eftir brúdleypið. Til brúðarhúsið var huglagið meira avslappað og mann hevur ikki eins nógv at hugsa um. Hetta var sanniliga ein góð avrundan til brúdleypið.

 

Tað eru ikki øll, ið droyma um eitt glætisligt brúdleyp, hvítan brúðarkjóla og nógvar gestir, men tað var mín dreymur, og eg fekk alt tað eg droymdi um, og meir afturat. Tá eg sjey mánaðir eftir brúdleypið hugsi um dagin, so eru tað myndirnar og myndabókin frá myndafólkunum, sum eg fegnist mest um. Hetta er størsta minni eg eigi av størsta degnum í  lívi mínum. Stóra, hvíta brúðarkjólan sleppi eg ikki í aftur, vakra brúðarkøkan er langt síðani etin, men myndirnar eigi eg restina av lívi mínum.

 

Skrivað hevur: Malan Vang


 

 
Sig frá á Wedding.fo

Skalt tú giftast? Sig frá á wedding.fo tað er ókeypis.

www.wedding.fo 

 
Hár og make up

Vit hava allan pakkan til brúðrina. Tit koma til okkum ella vit koma út til tykkara.

www.monroe.fo 

 
Bakkastova í Ljósá

Skalt tú giftast? Vit hava eini dreymahús, ið kunnu brúkast til brúðarhús, brúðarnátt ella kanska eitt lítið brúdleyp.

www.ognir.fo 

 
Morgungávan

Tann perfekta morgungávan til hansara.

MiriamBoudoir 

 
Banner
Banner