Nú er tað longu skjótt eitt ár síðani, at vit høvdu okkara stóra dag. Tíðin gongur so skjótt. Áðrenn vit vita av hava vit ommu- og abbabørn og gullbrúdleyp. Tá vit stóðu mitt í fyrireikingunum hugsaði eg ofta um, um tað var stríðið vert. Tað er hóast alt bara ein dagur í lívinum, nakrir fáir tímar, sum tað snýr seg um. Og so brúkar ein tíma aftaná tíma og so nógva orku til hetta, sum fer so skjótt fram við. Men nú
, tá eg siti og líti aftur á dagin, sum er ein tann stórsti varðin í okkara lívi, eri eg ómetaliga glað fyri alt, sum vit løgdu í hann. Ja eg kundi enntá hugsa mær, at eg hevði nýtt eitt sindur meiri tíð til okkurt, sum kanska ikki eyðnaðist so væl. Fyri okkum bar hesin dagurin eina so stóra broyting við sær, at vit nú eru sera glað fyri at vit merktu hann væl og virðiliga og gleddust á honum saman við øllum hinum, sum eisini fóru at merkja broytingina.
Eitt, sum eg eri sera glað fyri er, at vit valdu at hava brúdleypið júst sum vit ynsktu tað. Hóast tað var ringt viðhvørt, so hildu vit fast í tí, at tað hevur týdning ikki at lata siðir og væntanir hjá øðrum stýra sær. Vit valdu at hava buffet í staðin fyri tann siðbundna døgurðan, vit valdu at hava seinnapartsbrúdleyp, vit valdu hvørjum vit bjóðaðu og royndu ikki at lata okkum stýra av hvør onnur hildu burdi verði bjóðaður osfr. Hinvegin, so kundi eg nú hugsa mær at vit lósu meiri um brúdleypssiðir og bóðu um fleiri ráð frá teimum, sum hava liva longri. Ikki fyri at vera stýrd, men fyri at vera tilvita um hvat vit valdu, og hvat vit valdu frá. Vit gloymdu onkrar siðir í brúdleypinum, sum vit kundu hugsa okkum at havt við, og onkur, sum vit kanska veruliga burdu havt bjóða, varð gloymdur.
Eitt annað, sum eg eri sera glað fyri, er, at vit valdu at brúkar pengar uppá góðar myndatakarar. Myndirnar er tað einasta ítøkiliga tú hevur eftir, tá brúdleypið er liðugt og tí eru vit sera glað í dag fyri at vit hava góðar væleyðnaðar myndir, sum vit kunnu vísa fram við gleði. Vit fara sjálvsagt eisini at koma at kenna fleiri fólk seinni í lívinum, sum fara at hava áhuga í tí, sum hevur havt týdning fyri okkum, og tá er gott at hava góðar myndir frá einum so stórum degi. So tað var pengarnar vert.
Og nú tá vit tosa um pengar, eri eg ósigiliga fegin um at vit høvdu eitt budget. Tvs. at vit roknaðu neyvt út hvussu nógvar pengar vit høvdu, hvussu nógv alt for at kosta, hvat vit høvdu ráð til og hvat vit ikki høvdu ráð til. Vit fóru td. ikki brúðarferð uttanlands, men høvdu nakrar undurfullar dagar í einum føroyskum summarhúsi. Og so hava vit eisini notið at eiga pengar aftaná brúdleypið. Um ein vil spara pengar, er eitt gott hugskot eisini at kanna prísir ymiska staðni. Vit upplivdu í fleiri føðrum at fáa okkurt bæði betri og bíligari onkrastaðni enn onkra aðrastaðni.
Tað var ein stórur fyrimunur at vit byrjaðu fyrireikingarnar í góðari tíð. Eitt sum hjálpti okkum væl í hesum førðinum var eitt yvirlit yvir nær man skuldi gera hvat. Nokk av tíð gjørdi tað lættari bæði hjá okkum og øllum teimum, sum hjálptu til. Tað er eisini hugaligari at biðja fólk um hjálp, tá ein ger tað í góðari tíð. Júst tað at biðja fólk um hjálp var nakað eg lærdi, meðan vit fyrireikaði brúdleypið. Mín roynd við tí er, at tey flestu fegin vilja hjálpa. Ein skal bara biðja um hjálpina í góðari tíð og siga greitt hvat ein hevur tørv á. Øll vita at eitt brúdleyp er ikki eitt einmansavrik, og tað tykist sum næstan vænta tey, sum kenna brúðarparið, at tey fáa onkran leiklut í fyrireikingunum.
Samanumtikið eru vit sera væl nøgd við okkara brúdleypsdag og hyggja aftur á hann við gleði og góðum minnum. Tykkum, sum nú standa mitt í øllum fyrireikingunum til tann stóra dagin, ynskja vit ein minst lika góðan dag – og brúdleypsfyrireikingarhug :)
____
Hesa grein sendi ein brúður okkum. Hevur tú okkurt tú vilt deila við onnur ert tú vælkomin at senda okkum tað.
